Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

07/29/2016 | Press release | Distributed by Public on 07/29/2016 06:51

Ólavsøkurøða løgmans: Føroyar eru á broytingarkós

29.07.2016

Føroyar eru á broytingarkós, og málið er einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi Føroyar. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri løtu síðan, tá ið hann helt sína fyrstu ólavsøkurøðu.

'Nógv hevur verið tosað um nýskipanir. Tær eru tó altíð komnar í drag. Men Føroyar eru á broytingarkós. Tað var ein nýskipanarhugað samgonga, sum tók við farna heyst. Ein samgonga, sum hevur sett sær fyri at fremja nakrar av teimum neyðugu broytingunum, vit so leingi hava tosað um', vísti løgmaður eitt nú á.

Samgongan hevur sett sær fyri, at fleiri nýskipanir skulu setast í verk hesa tingsetuna.

'Næstu mánaðirnir verða teir mest avgerandi í nýggjari tíð. Fleiri nýskipanir, ið skulu flyta okkum framá, standa fyri durum. Avgerðir skulu takast um fiskivinnuna, um pensjónsskipanina og um heilsuverkið. Avgerðir, sum ikki fara at geva úrslit í morgin ella í ovurmorgin, men frammi í tíðini.', segði løgmaður millum annað í røðu síni.

Lesið frágreiðing løgmans á ólavsøku 2016 her