Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

02/28/2018 | Press release | Distributed by Public on 02/28/2018 08:52

Revsilógin viðgerast í Løgtinginum

28.02.2018

Løgmaður hevur í dag latið løgtinginum uppskot um at føroyska ein part av revsilógini. Samstundis verða nakrar dagføringar eisini gjørdar.

Hetta lógaruppskotið fevnir um at føroyska og dagføra kapittul 25 - 29 í revsilógini.

Hesir kapitlar snúgva seg um hesi brotsverk:

Kapittul 25: Brotsverk ímóti lívi og likami

Kapittul 26: Brotsverk ímóti persónliga frælsinum

Kapittul 27: Ónáðir og ærumeiðing

Kapittul 28: Fíggjarbrotsverk

Kapittul 29: Serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar

'Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tillaga revsilógina til føroysk viðurskifti,' heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað var á heysti í 2015, at Løgtingið heitti á landsstýrið um at fara undir at føroyska og dagføra revsilógina. Talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum.

Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.