Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/02/2024 | Press release | Distributed by Public on 05/02/2024 10:54

Vit stuðla gransking innan sclerosu

Vit starvsfólk í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hava tikið við avbjóðingini og vilja fegin stuðla gransking innan sclerosu.

Vit eru fleiri, sum ganga dagliga, og sum ynskja at brúka hesar kilometrar til at stuðla granskingini í sclerosu.

Vit hava eisini ein dugnaligan starvsfelaga, sum í mong ár hevur stríðst við hesu herviligu sjúku, og ynskja tí at stuðla granskingini í sclerosu.

Avbjóðingin er at ganga ella renna 100km í mai. Hvussu tú gert er upp til tín. Tú kanst ganga allar 100km uppá ein dag, uppá ein mánað. Tú kanst gera tað saman við onkrum ella sjálv/ur.

Eftir tú hevur skrásett teg, fært tú ein teldupost um hvussu tú kanst fylgja við hvussu nógv er komið inn og skriva hvussu tú hevur runnið/gingið.

Ynskja tit at hjálpa okkum, at stuðla gransking í sclerosu, kunnu tit gera tað við at fara inn á leinkjuna her.
G.G.: Nøkur starvsfólk mangla á myndini.