Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/05/2017 | Press release | Distributed by Public on 05/05/2017 04:46

Her er skráin fyri íslendsku forsetavitjanina

05.05.2017

FORSETAVITJAN: 15. til 19. mai vitja íslendski forsetin, Guðni T. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, í Føroyum. Talan verður um fjølbroytta skrá, har vitjað verður á ymiskum støðum í Føroyum. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Fyrsta dagin verður vitjað í Vágum, har íslendski forsetin við fylgi millum annað fær høvið at síggja Musikskúlan, Hiddenfjord, Gásadal og Krígssavnið. Dagin eftir heldur forsetin almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum í Tórshavn.

Mikudagin 17. mai verður boðið til móttøku í Løgtinginum og í Tinganes, og síðani verða løgmaður og frú vertir fyri veitsludøgurða.

Hósdagin 18. mai verður vitjað millum annað í Christianskirkjuni og Looknorth í Klaksvík og á Bakkafrost í Runavík, áðrenn tíðindafundur verður umborð á Brimli á veg til Havnar.

Íslendska forsetahjúnið fer av landinum aftur fríggjamorgunin 19. mai.

Sí alla skránna her.