Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

03/16/2019 | Press release | Distributed by Public on 03/16/2019 12:08

Løgmaður hevur sent Nýsælandi samhugaskriv

16.03.2019

Í sambandi við yvirgangsatsóknina í Christchurch í Nýsælandi fríggjadagin 15. mars, hevur løgmaður sent nýsælendska forsætisráðharranum Jacindu Ardern samhugaskriv.

Í skrivinum sigur løgmaður, at hann vegna landsstýrið og Føroya fólk sendir forsætisráðharranum og nýsælendska fólkinum sína inniligastu samkenslu. Ósek fólk hava latið lív í eini óhugsandi óndari atsókn, og Føroyar fordøma hetta álopið, sum eisini er eitt álop á grundleggjandi virðir okkara sum frælsi, opinleiki og fólkaræði.

Løgmaður sigur síðst í skrivinum, at: 'Tankar og bønir okkara eru við ofrunum, familjum teirra og teirra kæru og teimum, sum eru ávirkað av hesum sorgarleiki'.