Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/22/2018 | Press release | Distributed by Public on 05/22/2018 06:12

Løgmaður til Svøríkis á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

22.05.2018

Løgmaður fer í dag til Svøríkis, har hann skal taka lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin í Ornskoldsvik í morgin.

Millum málini, sum eru á skrá, er føroyska málið um limaskap í norðurlendska samstarvinum, markaforðingar millum norðurlond og norðurlendskt samstarv um talgilding. Eisini verður nomið við norðurlendsk átøk innan grøna orku og veðurlag.

Á fundinum verða allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.