Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/09/2018 | Press release | Distributed by Public on 01/09/2018 05:13

Løgmaður á fund við Lars Løkke Rasmussen

09.01.2018

FUNDUR: Løgmaður skal hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran í morgin

Fyrrapartin í morgin verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.

Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina, stjórnarskipanina og norðurlandamál.

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld.