Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/03/2024 | Press release | Distributed by Public on 05/03/2024 06:31

Umsóknarfreistin er longd til stuðul til menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum 2024

Í fíggjarlógini eru 850.000 krónur játtaðar til verkætlanir, sum kunnu skapa størri vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum.

Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanina til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna. Búnaðarstovan skal tryggja, at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Játtanin verður umsitin av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til [email protected]

Freistin at søkja um stuðul er longd til 15. mai 2024.