Results

Posta - P/F Postverk Føroya

10/12/2018 | Press release | Distributed by Public on 10/12/2018 08:24

Stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Nú er høvið at søkja stuðul frá Jólamerkjagrunninum.Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári.

Stuðulin verður latin til ávís tiltøk til frama fyri børn, til stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum. Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella onnur samfelagsgagnlig endamál.

Stýrið er ikki bundið av at umsókn er send.

Umsóknarfreistin er 31. oktober 2018.
Umsóknir skulu stílast til:

Jólamerkjagrunnurin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn