Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

04/23/2024 | Press release | Distributed by Public on 04/23/2024 04:02

Kjarnorkutilbúgvingin er til reiðar

Føroyar hava ment sína egnu tíðarhóskandi kjarnorkutilbúgving, soleiðis at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir. Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.

"Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð", sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

"Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum," leggur landsstýrismaðurin afturat.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur - sokallaðar "probur" - og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina.