Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

11/04/2018 | Press release | Distributed by Public on 11/04/2018 14:25

Samgongan samd um at stovnsrøkt er høvuðsmálið

04.11.2018

Tingkvinnurnar hjá Framsókn boða frá, at tær taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 - harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur.

Landsstýrið er á einum máli um, at stovnsrøktin og burðardyggur fiskiskapur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis - og vinnumálum