Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

04/19/2018 | Press release | Distributed by Public on 04/19/2018 03:57

Føroyar vilja styrkja samstarvið við Bretlan

19.04.2018

Føroyar vilja framhaldandi hava eitt tætt og vælskipað samstarv við Bretland, nú bretar hava í hyggju at fara úr Evropasamveldinum.

Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á fundi við George Eustice, ráðharra í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs) í Tinganesi fyrrapartin.

Á fundinum varð tosað um framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland.

'Tað styttist í hvørjum til, at bretar eftir ætlan fara úr Evropasamveldinum. Landsstýrið leggur nógv fyri at fyrireika seg til broyttu umstøðurnar á serliga handils- og fiskivinnuøkinum. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum, og tí er av stórum týdningi, at Føroyar og Bretland halda á við at styrkja samstarvið landanna millum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.