Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/23/2018 | Press release | Distributed by Public on 05/23/2018 07:15

Løgmaður á summarfundi í Svøríki

23.05.2018

Løgmaður hevur í dag tikið lut á á summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum í Ornskoldsvik í Svøríki.

'Eg nýtti enn einaferð høvi at gera vart við, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Mín greiða fatan eftir fundin er, at finna Føroyar og Danmark eina skilagóða loysn, so vil Norðurlendska Ráðharraráðið ikki seta seg ímóti tí,' sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Á fundinum fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir millum annað talgilding, grøna orku og verðurlagsøkið. Eisini markaforðingar millum norðanlond vóru á skránni.

'Vit hava leingi havt avbjóðingar við at brúka føroysk koyrikort í Svøríki og Finnlandi. Hesa markaforðing vilja vit beina av vegnum. Afturmeldingarnar frá bæði svenska og finska forsætisráðharrunum vóru so mikið góðar, at eg vænti, at vit fáa hetta málið loyst, ' vísir løgmaður á.

Løgmaður og Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin.

Frá vinstru: Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Erna Solberg, norski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, svenski forsætisráðharrin og Juha Sipilä, forsætisráðharrin í Finnlandi.