Results

Posta - P/F Postverk Føroya

06/12/2018 | Press release | Distributed by Public on 06/12/2018 07:05

Jólamerkjagrunnurin stuðlar KRIS

Jólamerkjagrunnurin játtaði í desember í fjør KRIS 200.000 kr. til arbeiði við týðing av upplýsandi tilfari til m.a. barnagarðar og skúla.

KRIS hevur føroyskað tvey hefti um kynsligan ágang og verða tey nú givin út. Heftini eru týdd úr donskum í tøttum samstarvi við Red Barnet.

Heftini eru ætlað umsorganar- og fakfólki, sum eru um børnini í gerandisdegnum. Tey greiða í høvuðsheitum frá, hvat kynsligur ágangur er, og leggja dent á, hvussu tú eigur at bera teg at, tá illgruni er um kynsligan ágang.

Les tíðindaskrivið her.