Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

04/06/2018 | Press release | Distributed by Public on 04/06/2018 09:18

Góður vilji at loysa avbjóðingarnar

06.04.2018

Bæði Føroyar og Ísland vilja leggja nógv fyri at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar, sum eru í samvinnuni millum londini. Tað gjørdu Aksel V. Johannesen, løgmaður og Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin, greitt á fundi í Tinganesi seinnapartin.

Tað eru fleiri avbjóðingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland. Nýggja fiskivinnulóggávan hevur við sær, at Hoyvíkssáttmálin má broytast. Eisini eru avbjóðingar á fiskivinnuøkinum, har avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum í sambandi við fiskiskap eftir lodnu í nógv ár hava elvt til ónøgd í Føroyum.

'Valla er nøkur tjóð so nær skyld íslendingum, sum hin føroyska. Mál, mentan og søga okkara er samantvinnað, og lívstreytir okkara í norðurhøvum líkjast nógv. Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Tí hevur stóran týdning, at vit loysa tær avbjóðingar, ið stinga seg upp. Mín varhugi eftir fundin er, at vit eru í einari skilagóðari tilgongd,' sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.