Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

04/19/2024 | Press release | Distributed by Public on 04/19/2024 05:37

Landsstýrismaðurin fegnast um góða úrslitið hjá Atlantic Airways

Atlantsflog hevði í 2023 eitt úrslit á knappar 36 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 21 mió. kr. í 2022. Hetta ber boð um, at felagið er á rættari kós og væl megnar at standa seg í kappingini við onnur flogfeløg, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av flogfelagnum.

Bjarni Kárason Petersen luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Eingin útskifting var í nevndini, sum sostatt heldur fram. Landsstýrismaðurin fegnast um góða úrslitið.

"Samstundis sum farleiðirnar eru nógvar og fjølbroyttar, er felagið komið væl ávegis at byggja tveir framkomnar flogsimulatorar til tyrlur og flogfør, eins og víðkað verður um hotelvirksemið við Hotel Vágum. Virksemið er vaksið og breiðkað, og tað trúgvi eg kann geva upp aftur meira avleitt virksemi av sær í framtíðini", sigur landsstýrismaðurin.