Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/15/2024 | Press release | Distributed by Public on 05/15/2024 06:19

Málráðið handað frágreiðing

Málráðið handaði 14. mai 2024 Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, eina frágreiðing um, hvørt málráðið virkar eftir lógini um málráð. Tá Málráðið varð skipað við lóg í 2012, varð ásett, at eftir trimum árum skuldi ein frágreiðing skrivast um, hvørt Málráðið virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg. Eitt tað fyrsta, sum landsstýriskvinnan setti í verk, var at fáa hesa frágreiðing til høldar, sum hon nú ætlar at leggja til orðaskiftis í Løgtinginum seinni í ár.

Sirið Stenberg fegnast um, at politiska skipanin í næstum fær høvi at skifta orð um Málráðið, og hvussu tað virkar. Málráðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum, tí tað skal røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið. Tað skal harumframt vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum. Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er eisini at áseta føroyska stavseting, og á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 var fyrsta útgávan av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram og kann nú nýtast á heimasíðuni hjá Málráðnum. Í Málráðnum eru ellivu limir, og av hesum sita fimm í starvsnevndini.

Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, eru Randi Kúrberg, forkvinna, Helena Kannuberg, varaforkvinna, og Heri J. Joensen, limur í Málráðnum.

Á myndini sæst vinstrumegin Helena Kannuberg, næstforkvinna, í miðjuni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og høgrumegin Randi Kúrberg, forkvinna.

Frágreiðingin kann lesast her

Heimasíðan hjá Málráðnum: www.malrad.fo

Málráðið er skipað við løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 13. juli 2017, sí Lógasavn (logir.fo)