Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/10/2024 | Press release | Distributed by Public on 05/10/2024 06:40

Setanarrøða til ráðstevnu í Kongshøll um revsirætt

Landsstýrismaðurin í lógarmálum setti ráðstevnuna í Kongshøll mikudagin 8. mai.

Evni: "Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg"

Les røðuna niðanfyri.

Góðan morgun og vælkomin til hesa ráðstevnu, har vit fara at varpa ljós á revsilógina og fyrimunir og vansar við at fáa eina nýggja revsilóg, sum byggir á føroysk viðurskifti.

Okkara revsilóg eigur sjálvandi at taka støði í okkara egna samfelagi, søgu, mentan og virðum.

Revsilóggáva er ein tann mest grundleggjandi lóggáva í einum samfelagi. Revsilóggáva ásetir, hvat skal revsast í einum samfelagi, og hvør revsing sømir seg til hvat brotsverk. Tað liggur í orðinum, at talan er um inntrívandi lóggávu, sum setir mark fyri, hvat borgarin kann og ikki kann. Í hesum liggur eisini, at vit bert eiga at regulera atburð og áseta revsing, tá ið hetta er neyðugt í einum samfelagi.

Hetta hevur við sær, at revsilóggáva eigur at spretta úr samfelagnum, har hon virkar.

Samfeløgini í Norðurlondum líkjast uppá nógvar mátar, og hetta sæst eisini aftur í lóggávuni í hesum londum. Men hóast samfeløgini líkjast, eru tey eisini ymisk.

Sama er galdandi fyri føroyska samfelagið, sum hóast fleiri felags eginleikar víkir frá danska samfelagnum, sum í dag er grundarlagið fyri okkara verandi revsilóggávu. Eitt dømi er okkara skyldskapur í Føroyum, sum er nógv tættari knýttur enn í londunum rundan okkum. Hetta ger, at sosiala eftirlitið er sterkt, sum samstundis førir við sær færri álvarsom brotsverk her enn í grannalondum okkara. Tí hóskar danska revsilógin ikki altíð neyvt til lógarbrot í Føroyum.

Ein nýggj føroysk revsilóg fer at taka støði í norðurlendskum lóggávusiði. Tá ið vit yvirtóku revsirættarøkið frá Danmark í 2009, varð ásett í yvirlýsingini, at partarnir samdust um framhaldandi at samstarva á tí revsirættarliga økinum. Hetta atlit varð tikið fyri at tryggja, at vit framhaldandi fevna um felags grundleggjandi virði og reglur í rættarsiðvenju og lóggávusiðvenjuni.

Tó skulu lóggávurnar ikki vera eins. Hóast grundleggjandi virðini eru felags, skal nýggja revsilógin taka atlit til føroyska fólkið og føroyska samfelagið. Løgfrøðiliga støðið skal vera høgt, men málið skal vera greitt, týðiligt og tíðarhóskandi fyri okkum, sum lógin fevnir um.

Ein føroysk revsilóg eigur eisini í størst møguligan mun at taka støði í føroyskari gransking. Vit eru í tí einastandandi støðu sum smátjóð at eiga eitt altjóða viðurkent fróðskaparsetur við løgfrøðiligum førleikum. Ynskir landsstýrið at smíða eina nýggja føroyska revsilóg, er mín vón, at hon verður styrkt gjøgnum íkast frá Fróðskaparsetri Føroya.

Fyri at tryggja grundfesti í føroyska samfelagið, hugsi eg at seta ein fylgibólk við limum úr stovnum og ymiskum felagsskapum, sum løgmálaráðið kann samstarva við.

Somuleiðis hugsi eg, at seta eitt serfrøðingatoymi við løgfrøðiligum serfrøðingum úr Noregi, Íslandi og Danmark, sum vit kunnu ráðgeva okkum við í serligum førum. Gløgt er gestsins eyga, og gjøgnum samstarv við okkara grannar tryggja vit, at lóg okkara er á høgum støði, heldur løglýdni, er samanhangandi og yvirskipað, og at hon varðveitir okkara samhaldsfesti við revsilóg og revsirætti í okkara grannalondum.

Men allar mest ynski eg, at henda føroyska revsilógin er fyri allar Føroyar og okkum, ið her búgva. Tí ætli eg at seta ein fylgibólk við umboðum úr øllum politiskum flokkunum á Løgtingi, so vit tryggja eina breiða politiska undirtøku og samfelagsliga umboðan fyri hetta týdningarmikla øki.

Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu.

Takk fyri.